Minst 20 fólk hava latið lív í einum jarðskjálvta, sum í morgun lokala tíð rakti suðuramerikanska landið, Kolumbia.
Skaðar eru hendir fleiri staðni í landinum, og skjálvtarnir merktust eisini í Venesuela og í Ekvador.
Í Cali í Valle del Cauca landslutinum eru minst 20 bygningar við fólkum í rapaðir. Býurin hevur biðið um hjálp úr Bogotá og Medellín at bjarga fólkunum úr rapaðu bygningum, upplýsir borgarstjórin í býnum.
Enn er ógreitt hvussu umfatandi skaðarnir. Jarðfrøðiligi stovnurin í Kolumbia metti skjálvtan vera á 6,6 á richterskalanum, meðan amerikanski stovnurin metti styrkina at vera 7,4, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald