Innanlands

Myndir: 20 ár síðan kommunur Sundalagnum løgdu saman

Sunda kommuna bjóðaði borgarum til brunsj í Hósvík fyrrapartin nú tað eru 20 ár síðan samanleggingina

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-03-08 13:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunda kommuna hátíðarheldur um vikuskiftið, at tað eru tjúgu ár síðan at Hósvíkar- Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommuinur løgdu saman.

Frammanundan var samstarv millum kommunurnar, og í 2003 varð hetta skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka.

Í morgun varð bjóðað til brunsj í bygdarhúsinum. Jens Kristian Vang var ein túr framvið við myndatólinum.

Sí myndir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder