
Sunda kommuna hátíðarheldur um vikuskiftið, at tað eru tjúgu ár síðan at Hósvíkar- Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommuinur løgdu saman.
Frammanundan var samstarv millum kommunurnar, og í 2003 varð hetta skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka.
Í morgun varð bjóðað til brunsj í bygdarhúsinum. Jens Kristian Vang var ein túr framvið við myndatólinum.
Sí myndir her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald