Í dag varð fyrsta asfaltið loyst á molanum, har Smyril Line og Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar havn byggja nýggja farstøð og høvuðssæti til Smyril Line.
Felags nútímans verkætlanin, ið verður 8.054 fermetrar til støddar, fevnir um farstøð við landgongubrúgv og check in, umframt størri pakkhús og skrivstovuhøli til Smyril Line eins og høli til tollarar.
Tað var í juni 2021, at umboð fyri Smyril Line og Tórshavnar kommunu skrivaðu undir samstarvsavtalu um at byggja goymslu- og skrivstovuhøli til Smyril Line og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn. Verkætlanin skal verða liðug á sumri í 2026.
Tað eru Articon, Henning Larsen Arkitektar, LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, PBC og Verk.fo, sum í felag standa fyri verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald