
- Hetta er helst vakrasti dagurin higartil í ár.
Hetta segði løgmaður, tá hann tók ímóti Jens-Frederik Nielsen fyri løtu síðani. Tað var fyrstu ferð, at landsstýrisformaðurin og føroyski løgmaðurin hittust. Annars hava teir tosað í telefon saman, og Jens-Frederik Nielsen viðmerkti beinavegin góða veðrið og vøkru føroysku náttúruna.
Hann er í morgun lendur í Vágum við donskum hernaðarflogfari. Mette Frederiksen og toymi vóru eisini við. Mette Frederiksen var seinast at møta - hon hevði eini tíggju fólk aftruat sær, umframt at trygdarfólk stóðu nakað frá. Tað var eitt væl størri fylgi, enn grønlendski starvsbróðurin hevði.
Báðir leiðararnir í londunum í ríkisfelagskapinum søgdu við Kringvarpið, og hinar miðlarnar, at hesin fundurin er til at tosa gjølla um trygdarpolitisku støðuna í Norðuratlantshavi og Arktis. Hetta er háaktuelt, tó at eingin veruligur vandi er á ferð beint nú.
Sí eisini: Mette Frederiksen til Føroya
Í Noreg halda tey seg vera noydd til at vera til reiðar til kríggj. Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, er ikki komin til fundin, sum varð kunngjørdur í dag. Hann er tó við á alnótini - á einari tryggari linju.
Kristrún Frostadóttir var í landinum áðrenn. Íslendska forsætisráðfrúan hevur verið á vitjan hjá Javnaðarflokkinum í sambandi við landsfundin og eisini uppliva ymiskt. Hon tosaði, á donskum, um týdningin av samstarvi um trygd í økinum.
Sí eisini: Íslendski forsætisráðharrin á vitjan í Føroyum
Fyrstu fundurin byrjaði um ellivu-tíðina. Aðrir fundir millum Aksel V. Johannesen og stjórnarleiðararnir í Danmark og Grønlandi hvør sær eru eisini á skránni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald