Innanlands

Myndir: Norðurlendskir leiðarar hittust í sólini í Tinganesi

Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen lendu við hernaðarflogfari í morgun - Kristrún Frostadóttir vitjaði Javnaðarflokkin um vikuskiftið, og norsk umboð eru við á alnótini til trygdarpolitiska fundin

Mette Frederiksen og Aksel V. Johannesen ganga inn í eyðkenda reyða bygningin (Mynd: Sverri Egholm)

Mette Frederiksen og Aksel V. Johannesen ganga inn í eyðkenda reyða bygningin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-12 11:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er helst vakrasti dagurin higartil í ár.

Hetta segði løgmaður, tá hann tók ímóti Jens-Frederik Nielsen fyri løtu síðani. Tað var fyrstu ferð, at landsstýrisformaðurin og føroyski løgmaðurin hittust. Annars hava teir tosað í telefon saman, og Jens-Frederik Nielsen viðmerkti beinavegin góða veðrið og vøkru føroysku náttúruna.

Hann er í morgun lendur í Vágum við donskum hernaðarflogfari. Mette Frederiksen og toymi vóru eisini við. Mette Frederiksen var seinast at møta - hon hevði eini tíggju fólk aftruat sær, umframt at trygdarfólk stóðu nakað frá. Tað var eitt væl størri fylgi, enn grønlendski starvsbróðurin hevði.

Báðir leiðararnir í londunum í ríkisfelagskapinum søgdu við Kringvarpið, og hinar miðlarnar, at hesin fundurin er til at tosa gjølla um trygdarpolitisku støðuna  í Norðuratlantshavi og Arktis. Hetta er háaktuelt, tó at eingin veruligur vandi er á ferð beint nú.

Sí eisini: Mette Frederiksen til Føroya

Í Noreg halda tey seg vera noydd til at vera til reiðar til kríggj. Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, er ikki komin til fundin, sum varð kunngjørdur í dag. Hann er tó við á alnótini - á einari tryggari linju.

Kristrún Frostadóttir var í landinum áðrenn. Íslendska forsætisráðfrúan hevur verið á vitjan hjá Javnaðarflokkinum í sambandi við landsfundin og eisini uppliva ymiskt. Hon tosaði, á donskum, um týdningin av samstarvi um trygd í økinum.

Sí eisini: Íslendski forsætisráðharrin á vitjan í Føroyum

Fyrstu fundurin byrjaði um ellivu-tíðina. Aðrir fundir millum Aksel V. Johannesen og stjórnarleiðararnir í Danmark og Grønlandi hvør sær eru eisini á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder