Innanlands

Myndir: Samgongan í Klaksvík skipað

Nýggi býráðsmeirilutin skrivaðu í kvøld undir samgonguskjal. Sí myndir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-18 22:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi býráðsmeirilutin í Klaksvíkar kommunu bjóðaði í kvøld til samkomu í Varpinum.

Her varð samgonguskjalið lagt fram og eisini undirskrivað av teimum seks býráðslimunum úr Sambandsflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýri, sum næstu fýra árini mynda meirilutan.

Sitandi borgarstjóri, Karl Johansen úr Sambandsflokkinum, heldur fram, og varaborgarstjóri verður Annika Steintórsdóttir Biskopstø úr Tjóðveldi

Tað sum nú skal henda er, at fyrstvaldi í býráðnum, tað er Jógvan Skorheim í Fóilkaflokkinum, skal kalla inn til fundar, har samgongan formliga skipar seg og velur borgarstjóra. Nær tað verður, er enn ikki greitt.

--

Dagført kl. 23:08. Áður stóð, at Karl Johansen er fyrstvaldur í Klaksvíkar býráð. Hetta er ikki rætt. Jógvan Skorheim hevur flest aktvøður á lista A, sum fekk flestar atkvøður. Tað er tískil hann, sum skal kalla nývalda býráðið saman.

--

Sí myndir:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder