2023-11-13 14:55
Hósdagin var stórur dagur í Dali. Síðsta skotið í Dalstunlinum varð latið av.
Hátíðarhaldið fór fram uttan fyri snikkaravirkið hjá Bødvar Hjartvarsson í Dali, har Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Dennis Holm, landsstýrismaður í fiski- og samferðslumálum og Símin Hannus Johannesen, varaborgarstjóri í Húsavík hildu røður.
Tað var Anfinn Johannesen, ið lat síðsta skotið av. Hann hevur arbeitt hjá Landsverk í mong ár og hevur hann verið ein av teimum trúføstu fólkinum, um at halda Dalsvegin frían fyri kava.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald