Hevur tú altíð ynskt tær at átt eitt hotell, so hevur tú nú møguleikan. Søguliga Hotel Magenta, ella Gamla hotellið í Miðvági er nevniliga sett til sølu.
Prísuppskotið fyri húsini, sum eru í trimum hæddum og 420 fermetrar til støddar, er knappar 3,5 milliónir krónur.
Seinastu árini hava húsini ikki verið brúkt til hotell, men hevur verið opið eftir avtalu.
Hotellið hevur havt kongaliga vitjan meira enn einaferð. Margreta drotning vitjaði Hotel Magenta í 2021 og veittraði til miðvingar frá svalanum eins og hon og foreldur hennara, Fríðrikur kongur og Ingrid drotning, gjørdu í 1959.
Sí eisini: Drotningin veittraði til miðvingar
2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Mynd av kongavitjanini á Hotel Magenta í 1959 her avmyndað í 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Húsini eru bygd í 1950.
Sí myndir av húsunum, sum tey síggja út nú. Myndirnar eru frá húsameklaranum Skyn, har eisini meira kann síggjast um húsini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald