2024-12-14 20:50
Fyrireikingarnar til útbyggingina av dagstovninum Alvalon í Sørvági ganga væl.
Liðugt er at planera, leiðingar eru lagdar, og fundamentini eru stoypt. Í komandi viku verður eisini stoypt áðrenn farið verður í jólafrí, skrivar Articon, sum byggir.
Ovaru hæddirnar á bygninginum vera úr timbri. Elementini verða smíðað í høllini hjá ArtiCon á Sundi og eru skjótt klár at seta upp.
Bygningurin verður 24 metrar langur og 10 metrar breiður og skal avhendast í september 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald