Uttanlands

Samkynd í Tailandi kunnu nú giftast

Fleiri hundrað pør av sama kyni eru gingin saman í hjúnalag í nátt, nú nýggj lóg kom í gildi

Apiwat

Apiwat "Porsch" Apiwatsayree og Sappanyoo "Arm" Panatkool eru kendir sjónleikarar í Teilandi (Mynd: BBC)

2025-01-23 07:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brúdleypsklokkurnar hava kimað nógva staðni í Teilandi í nátt okkara tíð fyri fleiri hundraðtals pørum av sama kyni.

Teiland er nú størsta landið í Asia, har tað nú er møguleiki hjá fólkum av sama kyni at ganga saman í hjúnalagi. Lógin varð samtykt í tjóðartinginum í summar, og kom í gildi nú, skriva fleiri altjóða miðlar.

Tað vóru tveir sjónleikarar, sum gjørdust teir fyrstu at fáa pappír upp á teirra parlag, tá Apiwat "Porsch" Apiwatsayree og Sappanyoo "Arm" Panatkool, vórðu giftir í sandlittum klædningum í Bangkok.

Onnur lond í Asia, sum loyva hjúnaløgum av sama kyni eru Nepal og Taiwan, skrivar dr.dk. 

Myndir: BBC

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder