2025-09-26 10:47

Tá seinasta umfar av Vild med Dans fer av bakkastokki á TV2 í kvøld, verður Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á dansigólvinum.
Hon gjørdist landskend í Danmark fyrr í ár tá hon vann Dansk Melodi Grand Prix og seinni luttók í Eurovision.
Í kvøld og nógvu næstu vikurnar verður hon so aftur at síggja á skíggjanum, og tað verður við dansipartnaranum Eugen Miu, sum í fjør vann kappingina.
Vild med Dans sæst á TV2 klokkan 19 føroyska tíð. Kringvarpið sendir forskotið og byrjar ikki at senda fyrr enn Gekkurin er liðugur klokkan 20:20.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald