2020-08-26 08:03
Leygardagin og sunnudagin var ein ein sjáldsamur fuglur at síggja í Miðvági. Talan er um ein herfugl.
Silas Olofson, fuglakønur, hevur tikið hesa myndirnar av sjáldsama gestinum í Miðvági.
Hann greiðir frá, at herfuglur vanliga í Mið- og Suðurevropa og eystureftir. Hann er sera eyðkekndur við sínum svørtu, hvítu og ljósamorreyðu litum. Eisini hevur hann vakra krúnu á høvdinum. Hetta er bert 17. skráseting af herfugli í Føroyum.
Á bloggi sínum á Birdingfaroes greiðir hann frá hvussu hann fekk eyga á herfuglin í einum urtagarði í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald