2019-07-30 20:57
Í dag eru tað 50 ár síðani sjómansheimið í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk var vígt og tikið í nýtslu.
Heimið er útbygt og umbygt fleiri ferðir og er í dag eitt nýmótans heim/hotel við 42 kømurum.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir hjartaliga til lukku við degnum og takkar fyri góða samstarvið.
Grønlandstoymið takkar eisini fyri gestablídni og gott samstarv gjøgnum mong ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald