Innanlands

Sjúrður Skaale: Einki er treytaleyst í politikki

Mette Frederiksen og reyði blokkurin hevur bara meiriluta um norðuratlantisku umboðini verða tald við. Sjúrður Skaale sigur, at støðan skal nýtast at fáa so nógv úrslit fyri Føroyar sum gjørligt

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-02 00:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska fólkatingsumboðið Sjúrður Skale sær út til at kunna gerast avgerandi atkvøðan um reyði blokkurin fær valdið ella ikki. Men Javnaðarflokkurin ætlar ikki at misnýta hesa støðuna, sigur Sjúrður Skaale í fráboðan á Facebook í kvøld.

- Javnaðarflokkurin sær út til at kunna gerast avgerandi atkvøðan á fólkatingi. Hesa støðu fara vit ikki at misnýta. Men vit fara at nýta hana til at fáa so nógv úrslit fyri Føroyar, sum gjørligt, skrivar hann.

- Sjálvandi peika vit sum útgangsstøði á formannin í danska systurflokkinum, nú stjórn skal skipast. Men sum vit hava sagt fleiri ferðir í valstríðnum: einki er treytaleyst í politikki.

- Vit vænta nú at hava nakrar góðar samrøður við leiðsluna í systurflokkinum, bæði um samstarvshátt og ítøkilig mál.  Ganga hesar samrøður væl, eru vit sinnað at vera parlamentariskt grundarlag undir antin eini reyðari stjórn ella ein breiðari stjórn, sigur Sjúrður Skale.

Sjúrður Skaale fekk 3804 persónligar atkvøður á fólkatingsvalinum mánadagin og vann Javnaðarflokkinum annan sessin. Anna Falkenberg fyri Sambandsflokkin vann hin sessin við 2973 atkvøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder