Innanlands

Skráin fyri kongaskiftið løgd

Fríðrikur krúnprinsur verður útnevndur kongur 14. januar klokkan 14

Drotningin í karet í Keypmannahavn í dag (Mynd: EPA)

Drotningin í karet í Keypmannahavn í dag (Mynd: EPA)

2024-01-04 16:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt, nær Fríðrikur krúnprinsur verður útnevndur til kong. Tað verður 14. januar klokkan 14 føroyska tíð frá svalanum á Christianborg slotti.

Hetta upplýsir kongshúsið á heimasíðuni.

Klokkan 13 er ríkisfundur, og aftaná fundin fer Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at lýsa trónskiftið á Christiansborg slotti.

Tað var í nýggjársrøðuni, at Margreta drotning boðaði frá, at hon læt trónuna víðari til Fríðrik krúnprins eftir 52 ár sum drotning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder