placeholder
Innanlands

Spyr.fo: Fólkið vil støðga flogferðsluni

Tvey út av trimum halda, at floghavnin skal steingjast, vísir spurnarkanning

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-12 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvussu samd(ur) ert tú við hesi útsøgn: Myndugleikarnir áttu alt fyri eitt at stongt Vága Floghavn fyri allari ferðing, undantikið farmaflutningi og flutningi av sjúklingum, heilsustarvsfólki o.l.?

Soleiðis ljóðaði ein av spurningunum, sum Spyr.fo setti 500 fólkum beint eftir middag í dag. Møguleiki var at geva eitt av fimm svarum, frá 1/púra ósamd(ur) til 5/púra samd(ur)

Og úrslitið av kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin vísir, at tað er breið semja millum fólkið í Føroyum um, at flogvøllurin átti at verið stongdur.

Yvir helmingurin av teimum spurdu, 50,6 prosent (+/- 4,38) søgdu seg vera ’púra samdan’ í útsøgnini, meðan 15,8 prosent (+/- 3,2) svaraðu ’4’. Harvið eru tað góð 66 prosent (+/-) – svarandi til tveir út av trimum føroyingum – sum eru samd í, at Vága Floghavn átti at verið stongd fyri vanligari ferðing.

Bert 14,2 prosent (+/- 3,06) søgdu seg vara samd og svaraðu ’1’, meðan 4,4 prosent (+/- 1,8) svaraðu ’2’ og 11,0 prosent (+/- 2,74) svaraðu ’3’ og harvið ikki tóku støðu fyri ella ímóti. Fýra prosent svaraðu veit ikki.

[object Object]

Fyrr í morgun spurdu vit í grein á Portalinum: Eiga Føroyar at steðga allari flúgving?  og heittu á lesarar um at koma við viðmerkingum.

Og her heilt týðuligt, at flestu av teimum yvir 61 viðmerkingunum, sum í skrivandi løtu eru komin, halda tað sama.

Les eisini: 600 hava skrivað undir áheitan um ferðafólkaforboð til Føroyar  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder