
Áhugin fyri Føroyum geopolitiskt hevur seinastu árini verið alsamt vaksandi. Løgtingsins uttanlandsnevnd, sum í dagligum politikki viðger bæði uttanríkis- og trygdarpolitikk, handilspolitikk og fiskiveiðuavtalur við onnur lond, hevur seinastu 14 dagarnar havt úr at gera.
Í døgunum 12. til 16. september var uttanlandsnevndin á ferð í London. Á ferðini hevði nevndin m.a. fund við bretska fiskimálaráðharran Victoriu Prentis. Eisini hevði nevndin fyri fyrstu ferð í søguni fund við uttanlandsnevndina í undirhúsinum við formanninum Tom Tugendhat á odda. Harumframt vitjaði nevndin verjumálaráðið. Somuleiðis vitjaði nevndin høvuðssætið hjá IMO og NEAFC. Sendikvinnan í London, Kate Sanderson, hevði lagt skránna til rættis, og hon skipaði eisini tað eina kvøldið fyri sera væleydnaðari móttøku fyri politiskum gestum umframt føroyingum í Bretlandi.
Hósdagin 17. september luttók øll nevndin á trygdar- og verjuráðstevnu á Frederiksberg Slot, har serfrøðingar innan trygdar- og verjupolitikk løgdu fram nýggjastu vitan á økinum.
Sunnudagin 19. september høvdu formaðurin og næstformaðurin fund við formannin fyri uttanríkispolitisku nevndini í ES, David McAllister.
Í farnu viku hevði uttanlandsnevndin fund við Føroyanevndina í Fólkatinginum við Edmundi Joensen á odda. Og í gjár, 28. september, hevði nevndin fund við Udenrigspolitisk nævn (UPN) í Fólkatinginum.
Høvuðsevnið á so at siga øllum fundum var Føroya støða í norðuratlantshavi og Arktis við serligum atliti at Nato-samstarvinum og møguligari uppseting av radara á Sornfelli. Og harnæst marknaðaratgongd Føroya úti í heimi millum annað fyri góðskaðum fiskavørum.
Í uttanlandsnevndini sita Bill Justinussen, formaður, Brandur Sandoy, næstformaður, Jaspur Langgaard, Frimodt Rasmussen, Annika Olsen, Aksel Johannesen og Høgni Hoydal. Á nevndarferðini luttók Hervør Pálsdóttir í staðin fyri Høgna Hoydal.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald