Innanlands

Risti nýføðing og misti hann niður á armlen á sofu

Tríggjar mánaðar gamli drongurin fekk heilabløðingar og skallabrot. Pápi dreingin er á ákærubonkinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-21 19:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt syrgiligt mál var fyri í Føroya rætti í dag. Tað snýr seg um grovan harðskap móti tríggjar mánaðum gomlum drongi.

Pápi drongin er ákærdur í málinum fyri brot á revsilógina, sum snúgva seg um grovasta harðskapin sum er. Harafturat verður harðskapur móti børnum revsaður harðari enn annars. Revsiramman er upp til 10 ár.

Hendingin fór fram 23. oktober 2023, og í fyrsta umfari vórðu bæði foreldrini, sum eru miðskeiðis í tjúgunum, varðhaldsfongslað. Seinni eru ákærurnar móti mammuni sleptar.

Frihedsbrevet var í rættinum í dag og í nýggjasta parti av Brotsvarpinum greiðir Jan Lamhauge, journalistur, frá, hvat skal vera hent hendan dagin.

Seinnapartin hendan dagin fer mamman at keypa inn til døgurða. Meðan hon er burtur er pápin einsamallur við barninum, og tað fer at knarra og síðani at gráta.

Pápin greiddi frá, at hann royndi at ugga barnið uttan at tað eydnaðist, og í rættinum viðgekk hann at hava rist í drongin tvær ferðir og hevði síðan mist hann. Drongurin gleið úr hondunum niður í eitt træarmlen á sofuni, greiddi pápin frá. Eftir hetta fær hann ikki samband við drongin, og tá mamman kemur aftur løtu seinni verður ringt eftir sjúkrabili.

Í fyrsta umfari fortaldi pápin hvørki fyri mammuni at barninum ella fyri læknunum, hvat var hent.

Læknarnir staðfestu, at barnið hevði fingið skallabrot og eisini fleiri heilabløðingar.

Rættarlæknin ikki samdur við frágreiðingini
Rættarlæknin, sum hevur gjørt kanningar í málinum, segði í Føroya rætti, at hann ikki tók undir við frágreiðingini hjá pápanum um, at hann skuldi hava rist barnið tvær ferðir. Fyri at eitt barn skal fáa fleiri bløðingar í heilanum, skal tað verða rist kraftiga og fleiri ferðir, segði rættarlæknin.

Hann segði eisini, at tað kundi bent á, at barnið er sligið ella sent inn í onkran harðan lut. Í øllum førum okkurt kraftigari enn at bara detta stutt. Hetta tí, at eitt skallabrot vanliga kemur um man dettur hálvan annan metur ella meira.

Hevur tað gott
Barnið gongur enn til viðgerð, men tað er meira eitt eftirlit. Barnalækni upplýsti í rættinum, at enn bendi einki á, at barnið hevði fingið varandi mein av hendingini. Rættarlæknin metti heldur ikki at barnið hevði verið í lívsvanda tá hendingin fór fram.

Rættarmálið heldur fram í morgin, tá ákæri og verji leggja sína endaligu frágreiðing fram, og síðan verður dómur sagdur.

Meira hoyrist um málið í Brotsvarpinum hjá Frihedsbrevet. Hald krevst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder