
Í dag hava umboð fyri áhugabólkin 'Varðveitið fríøkið við Sandá' handað borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Elsu Berg undirskriftirnar ímóti nýggju kirkjuni á Argjum.
- 493 persónar hava skrivað undir pappírslistarnar og 1258 á talgildu innsavningina. Tilsamans 1751 persónar hava skrivað undir, og til samanberingar er hetta væl meiri enn nakar politikari fekk av stemmum til seinasta kommunuval, skrivar Urd Johannesen á Facebooksíðuni "Varðveitið fríøkið við Sandá".
- Stóra takk til øll tykkum, ið hava lagt navn til og stuðlað varðveitsluni av fríøkinum, skrivar Urd Johnanesen.
Í morgin hósdagin 22. mai, verður byggiloyvið aftur á skrá á býráðsfundinum klokkan 16.
Áhugabólkurin heitir á áhugaði at møta fjølment upp til fundin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald