Út er komin nýggj søgulig bók um ein kendan sandavágsmann, sum settist niður í bygdini hóast hvørki hann ella konan høvdu tilknýti til Sandavág. Tað er Jan Erik Simonsen, sum hevur savnað og skriva søguna um Suðuroyuar-Dánjal.
Útlongsulin førdi hann til Havnar og haðani út í verðina sum sjófari, hann fekk skiparapappír í Keypmannahavn, var skipari á fleiri skipum í Føroyum og okkurt tíðarskeið skipaeigari og harvið reiðari.
Komin í besta aldur, búsettist hann í Sandavági. Í Sandavági hevur nógv verið tosað um medaljuna, hann fekk eftir bragdið í Vestmannasundi í 1823, men tað var í veruleikanum bara ein brøkpartur av hansara innihaldsríka og áhugaverda lívi.
At hann endaði í Sandavági, má helst vera av tilvild, tí bóndasonur var hann úr Porkeri, og hevði áhuga fyri jarðarbrúki. Kapital átti hann at keypa ein ognarlut burtur av løgmansjørðini í Sandavági, tá hon varð seld. Annars hevði hann einki tilknýti til bygdina.
Suðuroyar-Dánjal hevði fyrsta skiparaskúla í Føroyum. Hesin varð skipaður sum privatskúli á garðinum á Steig í Sandavági. Næmingarnir hjá honum vóru teir fyrstu føroyskt skrásettu navigatørarnir, men skjótt tóku aðrir við, og fóru eisini undir frálæru í siglingarfrøði.
Suðuroyar-Dánjal var væl í øgn við donsku embætismenninar í Føroyum, og av skiftandi amtmonnum var hann avhildin maður.
Amalia og Suðuroyar-Dánjal vóru bæði tilflytarar til Sandavágs, hon heiman av Sandi, og hann úr Porkeri. Men sporini eftir tey bæði, nú 200 ár seinni, hava fest djúpa røtur í bygdini, og stórur partur av bygdarfólkinum hevur okkurt við tey bæði at gera, antin beinleiðis ættarbond ella gift einum við ættarbondum til hjúnini Amaliu og Suðuroyar-Dánjal.
Í bókini verður farið aftur á slóðina hjá Suðuroyar-Dánjali, og verður hon elt í fleiri bókaverkum, skjølum, greinum og frásøgnum kring landið. Nógvir steinar eru vendir fyri at leita eftir gullkornum, ið kunnu lýsa lívssøgu hansara. Tað eigur ikki at kløkka nakran, um okkurt meira fer at koma undan kavi um hendan úrmælingin, sum eigur heiðurspláss í føroyskari skipasøgu, sum skipari, skipaeigari og sjómansskúlalærari.
Bókin “Suðuroyar-Dánjal, lív og yrki” telur 233 síður og fæst til keyps í bókhandlunum kring landið og á teirra heimasíðum fyri 348,- krónur.
Tíðindaskriv frá Forlagnum á Merkrunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald