Innanlands

Tórshavnar kommuna yvirtekur Gundadalshøllina

Høllin verður yvirtikin frá Kyndli, Neistanum og Fleyr. Kostnaðurin er 900.000 krónur

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2021-10-08 16:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í eina tíð hava samráðingar verið um yvirtøku av Gundadalshøllini, sum L/F Venjingarhøllin eigur og rekur. Tað er ítróttarfeløgini Kyndil, Neistin og Fleyr sum eiga lutafelagið.

Samráðingarnar millum Tórshavnar Kommunu og nevndirnar í ymisku ítróttarfeløgunum hava gingið væl. Og nú partarnir eru komnir ásamt um, at Tórshavnar Kommuna yvirtekur høllina, varð avtalan undirskrivað í dag.

Avtalan er frammanundan góðkend í Fíggjarnevndini, og savnaði kostnaðurin er 900.000 krónur.

Tórshavnar Býráð fegnast um, at avtala er fingin í lag við ítróttafeløgini. Býráðið hevur í hyggju at útbyggja Gundadalshøllina komandi árini, fyri at økja um hallarkapasitetin í Gundadali.

Tórshavnar Kommuna vil skapa góðar og tryggar karmar fyri ítróttin, og framtíðartryggja, at fleirtáttað nýtsla kann fáast burturúr hølunum.

Málið bleiv endaliga viðtikið, á Býráðsfundinum í seinastu viku, og í dag bleiv so avtalan undirskrivað í Gundadalshøllini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder