Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur verið á vitjan hjá Donald Trump í Washington, og eitt av mest merkisverdastu úrslitunum av fundunum teirra millum eru nakrar rættiliga víðgongdar ætlanir hjá forsetanum.
Á tíðindafundi í Hvítu húsunum í nátt okkara tíð, lyfti Donald Trump lokinum fyri eini ætlan, har USA skal taka ræðið á Gazageiranum, javna alt við jørðina og byggja upp av nýggjum. Palestinar í Gaza skulu, sambært Trump, flytast til onnur lond í Miðeystri.
- USA fer at yvirtaka Gazageiran, og vit fara at gera nakað við tað eisini. Vit skulu eiga geiran og taka ábyrgdina av at avvápna økið.
- Tá alt økið er javnað við jørðina fara vit at skapa búskaparliga menning í økinum, sum fer at geva óavmarkað tal av arbeiðsplássum og bústøðum til fólk har, segði Trump.
Tað er ikki ætlanin, at palestinar skulu búgva ella arbeiða í Gazageiranum, sum Trump sigur fer at vera ein “Riviera í Miðeystri”.
- Eg rokni við at allur heimurin, fólk úr øllum heiminum fara at seta búgv har, segði Trump.
Amerikanski forsetin heldur ikki, at Gazageirin skal vera fyri tey, sum hava búð har hesi seinastu nógvu áratíggjuni, tí geirin hevur verið eitt súmbol upp á deyða og oyðileggingar og eitt ringt stað at vera.
- Í staðin skulu vit venda okkum til onnur lond av áhuga, lond við menniskjaligum hjørtum og tað eru nógv at teimum, sum vilja gera og byggja hetta øki, og gera enda á vanlukkuni, sum fer fram har, segði Trump og vísti á, at palestinar nú venda heim aftur til Gaza, einans tí at tey ikki hava aðra staðir at fara.
Og hann legði afturat:
- Eg havi tosað við leiðarar fyri onnur lond í Miðeystri, og teir elska hugskotið. Tað hevði veruliga givið stabilitet í økinum, og tað er tað, sum skal til.
Higartil hava Egyptaland, Jordan og fleiri onnur lond í Miðeystri harðliga víst aftur at taka ímóti íbúgvunum í Gaza. Tí er tað ivasamt hvagar Trump ætlar, at hesi fólkini skulu flytast.
- Hóast tey siga nei, so havi eg eina kenslu av, at kongurin í Jordan og forsetin í Egyptalandi fara at lata hjørtu síni upp og geva okkum neyðuga landaøkið til at fáa hetta gjørt, segði Trump at enda á tíðindafundinum.
Mannarættindafelagsskapir hava longu lýst ætlanina hjá Trump at vera eitt slag av etniskari útreinsan.
Netanyahu stuðlar ætlanini
Benjamin Netanyahu tekur undir við ætlanunum hjá Trump, sambært ísraelska blaðnum Haaretz.
Netanyahu vísir á, at Trump nú flytir trupulleikan ‘á eitt hægri stig’. Trump sær eina øðrvísi framtíð fyri økið, sum hevur miðdepil fyri so nógvan harðskap og yvirgang, sigur Netanyahu.
- Trump hevur eina aðra fatan, og hon er ved at at umhugsa. Hann hevur møguleika fyri at broyta søgugongdina, segði Netanyahu.
Trump segði einki um, hvussu hann ætlar, at USA kann taka ræðið á Gazageiranum. Ógreitt er, um tað skal gerasst við valdi, men hann vísti ikki aftur at seta amerikanska herin inn.
- Viðvíkjandi Gaza gera vit tað, sum er neyðugt. Um tað er neyðugt, gera vit tað. Vit fara at yvirtaka geiran og menna hann, segði Trump.
Hetta kom óvart á fleiri eygleiðarar, eitt nú hjá CNN sjónvarpsstøðini, tí Trump í sínum valstríði hevur funnist at kostnaðarmiklum amerikanskum uppíleggingum í ófriðarlig øki í heiminum.
Kelda: Yle
Herundir nakrar myndir fram ið sjóvarmálanum í Gaza frá EPA myndatænastuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald