
Svøríki og Ukraina hava skriva undir ætlanarskriv um samstarv á verjuøkinum.
Tað boðaði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, frá á tíðindafundi saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj á Saab flogverksmiðjuni í Linköping seinnapartin í gjár.
Sambært ætlanarskrivinum hevur Ukraina ætlanir um at keypa 100 til 150 Gripen-flogfør hesi komandi 10 til 15 árini. Fyrstu flogførini kunnu handast innan fyri umleið trý ár, upplýsti Kristersson.
Tað snýr seg um allar nýggjastu modellini av jagaraflogførum, Jas Gripen E, skrivar finska kringvarpið.
Langtíðarsamstarv
Svenski forsætisráðharrin segði, at ætlanarskrivið bert er fyrsta stigið á eini langari ferð og einum langtíðarsamstarvi millum Svøriki og Ukraina á verjuøkinum.
- Í dag hava vit skrivað undir eitt týðandi skriv, sum er eitt stig móti møguleikanum fyri eini sera umfatandi avtalu um útflutning av Gripen flogførum – helst 100-150 flogfør – til uppbygging av eini nýggjari og sera sterkari ukrainskari loftverju, segði Kristersson.
Stjórin á Saab flogverksmiðjuni, Micael Johansson sigur við Aftonbladet, at ætlaða avtalan krevur umfatandi útbyggingar í Linköping, har Saab smíðar síni flogfør.
- Avtalan verður tann størsta, sum Saab nakrantíð hevur gjørt, um hon gerst veruleiki, sigur hann við blaðið.
Brynja seg móti russiskari yvirvág
Zelenskyj legði dent á, at Ukraina nú tekur eitt týðandi stig til at styrkja sína verju.
- Russar hava ein fyrimun fram um okkum, og hetta brynja vit okkum nú ímóti við Jas Gripen-flogførum, og vit vóna at fáa minst hundrað slík flogfør, segði Zelenskyj.
Seinni kann talan eisini gerast um onnur flogfør, legði forsetin afturat. Partarnir hava eisini tosað um útbúgving av flogskiparum.
Ulf Kristersson nevndi russisku ognirnar, sum ES-lond hava fastfryst, sum ein møguligan fíggingarmøguleika. Hesin møguleiki skal væntandi viðgerðast á fundi í evroparáðnum í dag.
Noreg letur hálva milliard
Á veg til Svøríkis í gjár, gjørdi Zelenskyj ein stuttan støðg í Noregi, har hann hitti norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre, á einum fundi í Gardemoen floghavnini.
Sambært NRK hevur norska stjórnin boðað frá, at hon letur eina hálva milliard norskar krónur til Ukraina. Pengarnir skulu brúkast til streymveitingina í landinum, skrivar yle.fi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald