Innanlands

Video: Glað og errin av persónligu atkvøðunum higartil - men einki er avgjørt

Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, sigur Anna Falkenberg, sum er stóra nýggja navnið á valinum í kvøld, og sum er á veg móti einum sessi í fólkatinginum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-10-31 21:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni bendir alt á, at 26-ára gamla Anna Falkenberg verður annað føroyska fólkatingsumboðið næsta valskeiðið. Abbadóttir Edmund Joensen hevur, nú 54 av 57 valstøðum eru tald upp, yvir 1600 persónligar atkvøður.

Hetta eru næstan 1300 atkvøður fleiri enn Johan Dahl, ið er á 2. plássi á Sambandslistanum, og Sambandsflokkurin er beint yvir 19 prosent frammanfyri Fólkaflokkin og Tjóðveldi, sum “jagstra” Sambandsflokkin á Javnaðarflokkin.

Harafturat er bunkin hjá Onnu Falkenberg í høllini á Hálsi stórur.

Anna vil sjálvandi ikki selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, men hon er ovfarin og hevur torført við at lýsa sínar kenslur í mun til ógvuliga høga atkvøðutalið.

Um tað ber á mál fer Anna Falkenberg at arbeiða fyri at føra politikkin hjá Sambandsflokkinum á fólkatingi víðari. Hon hevur verið í starvið har seinastu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder