Við mergjaðum rocki hava teir tikið land og fólk, og um vikuskiftið taka teir aftur Vágsbø, har Summar Festivalurin verður hildin.
Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum.
Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann fram um mong hevur verið við til at skapa og menna. Bólkurin er væl samanspældur og dugir framúr væl at leggja tónleik til rættis og framføra hann.
– Tær dramatisku søgurnar í kvæðunum rigga væl saman við rocki, og fyri okkum hevur tað nógv at siga, at vit syngja á føroyskum máli, sigur Pól Arni Holm.
Hamradun er eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Summar Festivalin, og hóskvøldið klokkan 22 spæla teir á Vágsbø. Hetta verður helst størsta konsert hjá bólkinum í Føroyum nakrantíð.
– Tað er altíð gott at spæla á Summar Festivalinum, og vit gleða okkum sera nógv til konsertina hóskvøldið. Pallurin er stórur, tíðspunktið er gott, og vit gera nógv burturúr, so tað verður eitt brak, sigur Pól Arni Holm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald