Annað

Video: Soleiðis sær Føroya Arena út

Verkætlanin, sum fer at kosta 217 milliónir krónur, varð løgd fram alment í dag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-29 18:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein høll, um skal hýsa stórum ítróttartiltøkum, konsertum, ráðstevnum og mentanartiltøkum.

Verkætlanin Føroya Arena varð løgd fram fyri miðlum á Vaglinum seinnapartin.

Ein verkætlan sum fer at kosta 217 milliónir, og har Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at rinda helvtina ella í mesta lagi 108,9 milliónir krónur.

Restin er ætlanin, at grunnar og vinnulívið skulu rinda.

Talan er um eina multihøll við einari samlaðari gólvvídd upp á 8000 fermetrar. Tá eitt nú altjóða hondbóltsdystir, er pláss fyri 2700 sitandi áskoðarum. Eisini ber til at gera hølini til konsertsal við 5000 áhoyraraplássum.

Íblásturin er úr Volda í Noreg, har ein meinlík høll stóð liðug fyri einum árið síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder