Uttanlands

Gátan um lívsins uppruna kann finnast á Bennu

Rúmdarfarið Osiris-Rex hevur funnið leivdir av vatni á lítlari smágongustjørnu, sum kanska rakar Jørðina í næstu øld

(Mynd: Wikipedia)

(Mynd: Wikipedia)

2018-12-11 09:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lykilin til at skilja hvussu lívið byrjaði á Jørðini, kann møguliga finnast á eini smágongustjørnu, á stødd við eini háhús.

Í 2016 varð eitt ómannað rúmdarfar, Osiris-Rex, sent út fyri at kanna smágongustjørnuna Bennu. Møguleiki er fyri, at henda smágongustjørna – asteroida – stoytir saman við Jørðina einaferð í 2100-talinum.

Nú – tvey ár eftir uppsendingina – vísa fyrstu royndirnar frá rúmdarfarinum, at leivdir av vatni er at finna uttan á smágongustjørnuni.

Sambært Dante Lauretta, stjørnugranskara, ið stendur á odda fyri kanningarferðini, kann hetta vísa seg at vera ein slóðbrótandi uppdaging í granskingini av upprunanum til lív á Jørðini.

- Vit hava funnið vatnmikil mineral frá gamlari sólskipan, og tað er júst tað vit fóru út at leita eftir, sigur hann við Reuters tíðindastovuna.

Bennu, sum er stødd 2,25 milliónir kilometrar burturi, er ein leivd frá tá sólskipanin byrjaði fyri 4,5 milliardum árum síðani.

Granskarar meta, at Bennu einaferð stoytti saman við Jørðini. Tí kann smágongustjørnan hava latið lívrunnið tilfar og vatn til Jørðina, sum seinni varð byrjanin til lív á Jørðini.

Hetta ástøðið kunnu nýggju royndirnar av dusti frá smágongustjørnini undirbyggja. Rúmdarfarið Osiris-Rex væntast aftur á Jørðini í 2023. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder