2019-08-10 10:28
Í sambandi við Summar Festivalin hava nógv fólk verið í Klaksvík um vikuskiftið, men hetta hevur løgreglan ikki merkt nógv til.
Tíðliga í morgun fekk løgreglan tó eina fráboðan um, at ein persónur var farin ein túr upp á Háfjall.
Sambært løgregluni, eydnaðist tað tó ikki persóninum, sum hvørki hevði línu ella aðra klintriútgerð, at koma upp á fjallið, men viðkomandi hevði gingið seg fastan rættiliga ovarlaga á fjallinum.
Tí vórðu boð send eftir Norðoya Bjargingarfelag, ið sendu fólk niðan at hjálpa viðkomandi oman aftur av fjallinum.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini komu øll av fjallinum aftur í øllum góðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald