Uttanlands

George Bush eldri andaðist í nátt

Fyrrverandi forsetin í USA gjørdist 94 ára gamal

George H.W. Bush uttast til vinstru. Her saman við soninum og Barack Obama
(Mynd: EPA)

George H.W. Bush uttast til vinstru. Her saman við soninum og Barack Obama (Mynd: EPA)

2018-12-01 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 22.10 lokala tíð, klokkan 04.10 okkara tíð, andaðist George H.W. Bush í Houston, Texas. Hann var forseti nummar 41 í røðini, og hann gjørdist 94 ára gamal. 

George H.W Bush var merktur av aldrinum seinastu árini, hóast hann framvegis var at síggja til tiltøk og í miðlunum. Hann var giftur í 70 ár við Barbaru Bush, ið andaðist í apríl.

George H.W Bush var føddur 12. juni í 1924 í Milton, Massaschusetts. Hann fór í amerikanska herflotan sum 18 ára gamal og var við í 2. heimsbardaga. Eftir hetta flutti Bush til Texas, har hann byrjaði eitt oljufelag, ið fekk stóra viðgongd. Hann fór síðani upp í politikk, har hann hevði fleiri leiklutir, áðrenn hann gjørdist varaforseti hjá Ronald Reagan í 1980. Hetta starvið røkti hann í tvey valskeið.

Bush stillaði upprunaliga upp móti Reagen fyri at gerast republikanskt valevni. Í 1988 vann hann forsetavalið móti Micheal Dukakis. Tíðin í Hvíta Húsinum vardi fýra ár; í 1992 tapti Bush valið fyri demokratinum, Bill Clinton. Forsetaembætið hjá George Bush eldra var serliga merkt av úttanríkispolitikki; at Kalda Kríggið endaði og stríðnum móti Saddam Hussain í Golf-krígnum.

Sonurin, George Bush yngri, sat í forsetaembætinum eftir Bill Clinton (2001-2009). Í mun til pápan sat hann tvey valskeið, har hann at enda gjørdist illa umtøktir. Hann stríddist eisini við Saddam Hussain, og er kendur fyri at vera forseti, tá álopini á World Trade Center vórðu framd, 11.september í 2001. Bush yngri úttalaði seg stutt eftir deyða pápa sín fyri nøkrum tímum síðani, har hann syrgdi og gav til kennar hávirðing. 

George Bush senior, sum hann seinnu árini varð nenvdur, er tann av teimum 45 forsetunum í søguni, ið hevur livað longst.     
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder