2019-07-25 08:54
Ein arbeiðsvanlukka úti á Glyvursnesi fyrranáttina kravdi eitt mannalív. Talan var um eina 31 ára gamla kvinnu, sum lat lív.
Arbeiðsvanlukkan hendi tá dumparin, sum førarin koyrdi, koppaði av vegnum um hálvgum trý tíðina.
Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum segði við Kringvarpið í gjár, at kannað verður um nakað mekaniskt var orsøkin til vanlukkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald