Bretska útgávan av Sea Shepherd eitur nú Neptune's Pirates, og felagsskapurin hevur á landi í Føroyum í dag roynt at øst við einum spikslaktara. Men nú fyrireika tey seg eisini at koma við skipi.
Les eisini: Spikslaktari við sóknarongli og í grímu
Felagsskapurin boðar frá, at tey gera seinastu fyrireikingarnar á John Paul de Joria til Norðuratlantshavið.
Tað var øgiligt rok burturúr John Paul de Joria í fjør. Skipið fekk forboð fyri at koma inn um 12 fjórðingamarkið, men tveimum førum varð farið inn um.
Føroyar rættur dømdi tann 20. juli skiparan Daniel Binyon at rinda 157.000 krónur í sekt fyri brotini umframt sakarmálskostnað. Daniel Binyon skeyt dómin inn fyri landsrættin og sambært Kringvarpinum fer Eystari landsrættur at viðgera dómin 21. august í ár.
John Paul de Joria sigldi í Føroyum øki í 14 dagar síðsta summar, og ætlanin var eisini at órógva íslendsku hvalaveiðina. Hetta eydnaðist tó ikki, tí hvalaveiða í Íslandi var bannað eitt tíðarskeið í fjør. Tí kom skipið til Føroya.
- Okkara endamál í Føroyum var at provokera bæði tilvitskuna og kjakið. Eg haldi tað eydnaðist okkum, segði Paul Watson í fjørsummar.
John Paul de Joria er skrásett á karibisku oynni Dominika
Les eisini: Ivasamt hvør er skipari á John Paul de Joria
Les eisini: John Paul de Joria: Skiparin fær 157.000 krónur í sekt
Les eisini: Paul Watson er á manningarlistanum - sum fjølmiðlafólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald