Uttanlands

Gérard Depardieu meldaður fyri neyðtøku

Kendi franski sjónleikarin noktar fyri at hava framt neyðtøku ella annan kynsligan ágang

Gérard Depardieu (Mynd: EPA)

Gérard Depardieu (Mynd: EPA)

2018-08-31 10:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kendi franski sjónleikarin, Gérard Depardieu, er meldaður fyri at hava framt neyðtøku og fyri annan kynsligan ágang. Tað váttar ein kelda í ákæruvaldinum í París fyri fronskum miðlum.

Sjónleikarin sjálvur noktar fyri øll ákærum.

Keldan sigur, at ein kvinna meldaði Depardieu mánadagin. Blaðið Le Parisien og sjónvarpsstøðin BFMTV siga, at talan er um ein 22 ára gamlan skemtara og dansara, sum hevur fingið undirvísing frá Depardieu.

Ágangurin skal hava gingið fyri seg heima hjá 69 ára gamla sjónleikaranum í París tann 7. og 13. august.

Verjin hjá Depardieu eru vísur í, at sjónleikarin verður reinsaður fyri øllum ákærum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder