2019-07-25 22:11
Summarið er eisini árstíðin har fleiri pør velja at ganga saman í hjúnarlag og fellir tað eisini borgarstjórum kring landið í lut at gifta pør. Soleiðis eisini í Vági, har borgarstjórin í dag á Eiðinum gifti par, sum vitjaði í Føroyum úr Køge í Danmark.
Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
- Hetta er ein av annarleiðis og spennandi uppgávunum sum borgarstjóri, sum eisini hevur ein hátíðarligan dám, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, í samband við vígsluna í dag.
-Og farið eg enn eina ferð at ynskja brúðarparinum hjartaliga tillukku og blíðan byr í framtíðini, segði Dennis Holm borgastjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald