Innanlands

Glasir fær ferðsluljós

Avgerð er tikin um at seta ferðsluljós upp við tvey av vegamótunum millum Glasir og Marknagilsvegin

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2018-08-28 17:04 Author image
Oda Strøm
placeholder

Komandi hóskvøld skulu atkomuviðurskiftini við nýggja Marknagilsdepilin viðgerast á býráðsfundi, sigur Tórshavnar kommuna.

Avgerð er tikin um at seta ferðsluljós upp við tvey av vegamótunum millum Glasir og Marknagilsvegin, og hesi væntast at koma til landið ein av fyrstkomandi døgunum. 

Uppskotið, ið býráðið nú skal taka støðu til, er ein partur av heildarverkætlanini, sum fevnir um vegagerðina til Glasir, Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan. Ítøkiliga snýr hendan viðgerðin seg um vegastrekkið millum bæði ferðsluljósini norðan fyri Glasir. Av tí at Marknagilsvegurin er so breiður, er ikki neyðugt at gera so umfatandi broytingar, at arbeiðið fer at ávirka ferðsluna nevnivert. Tó skulu tillagingar gerast, soleiðis at vegurin verður býttur í trý spor, umframt at ferðslulummar til bussin og súkklubreytir á báðum síðum skulu gerast.

Tórshavnar kommuna arbeiðir miðvíst við at betra um ferðsluviðurskiftini í Marknagili. Nógv trýst kemur at vera á økið, tá allir tríggir skúlarnir standa klárir, og tí er alneyðugt at skipa og betra um ferðsluviðurskiftini, soleiðis at ferðslan glíður so smidliga sum gjørligt, sigur kommunan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder