2018-08-11 11:27
Um veðrið heldur sær, er góður møguleiki fyri at síggja fleiri stjørnuskot í nátt og komandi næturnar.
Tað er meteorflokkurin Perseidurnar, sum í august mánað á hvørjum ári kann síggjast á himmalhválvinum. Talan er um øgiliga ljóssterk stjørnuskot, sum mangan verða samanborin við eldkúlur og eru kend fyri at hava ljósspor við sær, ið kunnu síggjast í fleiri sekund.
Tað eru restirnar av kometinum Swift-Tuttle, sum vit síggja sum stjørnuskot, tá ið restirnar av kometinum møta atmosferuni og brenna upp sambært videnskab.dk. Tendring er í hesum døgum, og tí órógvar ljósið frá mánanum eisini sum minst.
(Mynd: Videnskab.dk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald