Innanlands

Gongur ov seint við orkuskiftinum

Orkudeildin undir Umhvørvisstovuni fýlist á Sev fyri at drála við ætlanunum at byggja pumpuskipanir

2019-07-31 10:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gongur striltið við at umleggja føroysku orkuframleiðsluna til grøna orku.

Tað verður staðfest í frágreiðing, sum orkudeildin undir Umhvørvisstovuni hevur sent út í dag, og sum kann lesast her: Orkuskiftið – alt er á veg 

Her verður greitt frá, at í 2013 vórðu 38.000 tons av olju brúkt til elframleiðslu. Tvey ár seinni, tá vindmyllulundin í Húsahaga kom í fullan rakstur, minkaði oljunýtslan niður í 27.000 tons. Men longu í fjør – í 2018 – var oljunýtslan aftur uppi á 38.000 tonsum.

Og fyrra hálvár hevur vøksturin í nýtsluni verið 10 prosent.

Orkudeildin vísir á, at tørvur er at skunda undir útbyggingarnar av viðvarðandi orku, men staðfestir eisini, at neyðugt er við pumpuskipanum fyri at fáa fult gagn av vindorkuni.

Harvið fýlist stovnurin eisini inn á Sev, sum drálar við sínum ætlanum at byggja slíkar pumpuskipanir.

Í skrivinum verður sagt:

”Fyrr í ár tók SEV avgerð um at útseta verkætlanina í Suðuroy, tí teir halda hana verða ov dýra og nú um dagarnar siga teir seg fara at útseta pumpuskipanina í Vestmanna til 2026, tí teir halda, at føroysku húsarhaldini eru ikki nóg skjót til at velja hitapumpur.

Orka heldur harafturímóti, at pumpuskipaninar skulu byggjast sum skjótast, tí tað er búskaparliga skilagott og tí at tær eru ein avgerandi fortreyt fyri framhaldandi útbygging av vindorku í Føroyum.” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder