2018-08-21 15:30
Óslætt er á sjónum og hetta ger, at tað gongur seint hjá bátunum at koma út til grindina.
Grindaformaður sigur við JN.fo, at grindin er suður úr Fossinum ella Trælanípuni. Vestfallið liggur til kl. 16, og rokna verður við at grindin kemur á Sandavág ella Miðvág, tá eystfallið er komið.
Nógvir bátar eru á veg út til grindina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald