Uttanlands

Google fær risastóra bót frá ES

Google skal gjalda 4,34 mia. evrur, ið svarar til 32 mia. krónur

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-07-18 16:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kappingareftirlitið hjá ES hevur givið Google eina stóra bót uppá 4,34 mia. evrur. Hetta svarar til uml. 32 mia. krónur, og er størsta bótin, sum ES nakrantíð hevur givið, skrivar TV2.

Kappingarkommiserurin í ES, Marianne Vestager, hevur ákært Google fyri at noyða framleiðarar av fartelefonum at leggja forrit hjá Google inn á telefonirnar beinanvegin, um teir ynskja at nýta Android-stýriskipanina hjá Google. Talan er serliga um leiti-appina hjá Google og internetkagaran Chrome.

Sambært Vestager forðar hetta kappingarneytum í at sleppa inn á marknaðin, har Google longu er mest sum einaráðandi. 

Google hevur kært revsingina hjá Vestager.

"Android hevur givið fleiri møguleikar fyri øll, ikki færri," sigur Al Varney, talsfólk hjá Google, sambært Reuters.

Málið fer víðari til ES-dómsstólin.

 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder