Google fer at lata sosiala netverkið, Google Plus, aftur í apríl 2019 í staðin fyri, sum ætlað í august. Orsøkin er enn ein leki í dataskipanini, upplýsir felagið, sambært CNN.
Nýggjasti trygdarlekin merkir, at mennarar av appum í fleiri dagar í november høvdu møguleika at fáa atgongd til privatar upplýsingar hjá 52,5 milliónum brúkarum.
Google varnaðist trygdarbrekið í sambandi við eina kanning av trygdini, og kundi tetta lekan beinanvegin.
Í oktober upplýsti Google, at tey í mars høvdu ’varnast og beinanvegin tett’ ein dátuleka, sum rakti eina hálva millión privatar brúkarar. Í tí sambandinum upplýsti felagið, at Google Plus fór at verða latið aftur í august 2019.
Netverkið varð ætlað sum ein avbjóðari til Facebook, men sambært fleiri miðlum, er tað ongantíð eydnast at koma í nær námind at gerast eins væl umtókt og kappingarneytin.
Google Plus byrjaði í juni 2011 sum ein fundarstaður fyri persónar, felagsskapir og fyritøkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald