Innanlands

Gordon Rajani: Tað verður ikki bingjubyggjarí undir Kongavarða

Illgitingar, skeivleikar og enntá tilgørdar myndir hava verið nýttar fyri at seta verkætlanina í eitt ringt ljós, sigur stjórin í Mark

Mynd: Mark

Mynd: Mark

2019-08-09 15:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv kjak hevur verið um ætlaða íbúðarbyggingina undir Kongavarða seinastu tíðina, og í hesum sambandi hevur verið nógv at hoyra og lesa, sum als ikki hevur hald í veruleikanum.

Tað sigur Gordon Rajani, stjóri í Mark, sum skal byggja íbúðirnar undir Kongavarða.

- Í sambandi við verkætlan okkara undir Kongavarða, hava vit hoyrt og lisið nógv, sum ikki hevur hald í veruleikanum. Illgitingar, skeivleikar og enntá tilgørdar myndir hava verið nýttar, fyri at seta verkætlanina í eitt ringt ljós.

Les eisini: - Íbúðarbyggingin undir Kongavarða er eitt mistak av søguligum dimensiónum

Í lesarabrævi hevur Gordon Rajani valt at koma við nøkrum rættleiðingum í sambandi við byggiverkætlanina undir Kongavarða.

Stjórin í Mark vísur m.a. á, at talan ikki er um bingjubyggjarí, sum fleiri ferðir hevur verið nevnt í kjakinum.

- Ferð aftaná ferð hevur verið ført fram, at talan verður um bingjubyggarí. Lat meg sláa fast, at tað er einki galið við bingjubyggjaríið, sum er roynt í meira enn 30 ár. Bingjubyggjarí yvirheldur eisini tær treytir sum myndugleikarnir seta til nýmótans byggjarí. Verkætlanin undir Kongavarða skal ikki byggjast við bingjum, sigur Gordon Rajani.

Eisini hevur verið sagt, at roynt verður at halda kostnaðin fyri byggingina so lágan sum gjørligt, men hetta er heldur ikki rætt, sigur stjórin í Mark.

- At tað eisini verður sagt, at byggjaríið skal fremjast á bíligasta og mest stuttskygda hátt, er beinleiðis ósatt. Vit hava forpliktað okkum at leiga íbúðirnar út í nógv ár fram, og tískil fara vit sjálvsagt ikki at byggja nakað, har góðskan ikki er í lagi.

Mark hevur heldur ikki fingið nakrar sersømdir frá kommununi í sambandi við byggiverkætlanina, sigur Gordon Rajani.

- Vit hava als ongar sersømdir fingið í sambandi við okkara verkætlan. Vit hava til eina og hvørja tíð fingið greitt at vita, at vit mugu fylgja byggisamtyktini, byggikunngerðini og øðrum krøvum, sum kommunan hevur sett – tað vil millum annað siga, at verkætlanin heldur seg innan fyri treytirnar um byggistig, nýtslustig, frástøðu frá mørkum, brunakrøv, orkukrøv o.s.v.

Alt lesarabrævið hjá Gordon Rajani kann lesast her.

Les eisini: Annika Olsen: Tilgongdin undir Kongavarða er ikki liðug

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder