Uttanlands

Gosið hevur broytt atburð

Nú goysir tað upp í heldur enn bara floymir upp úr jørðini

(Skíggjamynd: RÚV)

(Skíggjamynd: RÚV)

2021-05-03 11:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eldgosið í Geldingardølum og Meradølum á Reykjanesi hevur broytt seg eitt sindur um vikuskiftið. Í staðin fyri bert at floyma fram, físur tað nú meira, og sjálvt gosið kann síggjast úr Reykjavík, skrivar RÚV.

Ein lítil jarðskjálvti á 3,2 kendist í nátt um 3-tíðina. Miðdepilin fyri henda skjálvtan var tríggjar kilometrar eystan fyri Kleifarvatn á Reykjanesi. Tað er sum jørðin ressast, men hetta hevur ikki broytt nakað um tilbúgvingina kring sjálvt gosið.

Tað var sunnunáttina, at ein broyting sást í gosinum. Tað fór nú at blaka gløðandi grýti 300 metrar upp í luftina og eisini vóru langir støðgir har gosið var nærmast óvirkið.

Serfrøðingar duga ikki at siga, hví henda broytingin er íkomin, skrivar RÚV, men orsøkin kann vera broyting av gassinnihaldinum í sjálvum opinum, ella at opið tippist av meira tjúktflótandi grýti.

- Vit royna at fáa skil á, hví gosið hevur “fingið ilt í hálsin”. Tað er helst ikki bara tí, at tað er meira gass í opinum, kanska er meira væta í grýtinum eisini, sigur Ármann Höskuldsson, gosfrøðingur við RÚV.

Vandaøkið kring gosið verður alla tíðina eftiransað, og meðan RÚV filmaði um vikuskiftið, byrjaði knappliga at regna við 1-3 sentimetrar stórum grýtispettum yvir fólkini, sum stóðu nærhendis. Slíkir petti viga ikki nógv, men eru framvegis gløðandi heit, men ongin fekk mein av hendingini.

Gosið á Reykjanesi, sum byrjaði 19. mars, hevur verið eitt sindur øðrvísi enn líknandi gos aðrastaðni í heiminum, eitt nú á Hawaii og Réunion. Men hetta seinasta virksemi er tó meira líkt tí vanliga. Broytingin er ikki tekin um, at gosið er við at slaka av. Serfrøðingar halda framvegis, at tað kann halda fram í fleiri mánaðir afturat, skrivar RÚV.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder