1. november búðu 54.557 fólk í Føroyum, ein vøkstur á eitt prosent - 545 persónar - í mun til fyri einum ári síðani, skrivar Hagstovan.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 196 og eini nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - á 349 fólk.
Tórshavn og Klaksvík hava størsta vøksturin
Í teimum trettan kommununum, sum hava fleiri enn 1.000 íbúgvar, vaks fólkatalið mest í tali í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu, meðan Nes kommuna hevði størsta lutfalsliga fólkavøksturin seinasta árið.
Í trimum av teimum trettan kommununum er fólkatalið tó minkað seinasta árið. Tað var í Tvøroyrar, Sørvágs og Vágs kommunu.
Av teimum sekstan kommununum við færri enn 1000 íbúgvum vaks fólkatalið mest í Sands og Eiðis kommunu, meðan fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar og Porkeris kommunu, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald