Framgongdin í ferðafólkavinnuni seinastu árini sæst eisini aftur í roknskapartølunum hjá gistingarhúsunum.
Hotel Hafnia í miðbýnum í Havn hevði í fjør eitt avlop upp á yvir fýra milliónir og 3,0 milliónir, tá landskassin hevur fingið sítt. Hetta er so nógv tað besta úrslitið hjá Pf. Hotel Hafnia seinastu tíggju árini.
Í 2018 hevði Hafnia eina framgongd í bruttovinninginum á 14,7 prosent úr 22,5 upp í 25,8 milliónir krónur. Hóast starvsfólkaútreiðslurnar eru hækkaðar nærum tvær milliónir, so gav hetta eitt úrslit á 4,2 milliónir fyri skatt og 3,0 eftir skatt.
Seinastu nógvu árini hevur felagið framflutt vinningin, so at eginpeningurin í felagnum nú er 24,5 milliónir krónur.
Eigari av Hotel Hafnia er Justinussen familjan gjøgnum Spf. Skansabrekka og Pf. Smyril-Line. Pf. Hotel Hafnia er tí við í samtaksroknskapunum hjá hesum báðum feløgum.
Og tað eru júst hesi feløgini, sum í løtuni eru í gongd við at byggja nýtt hotell við R.C. Effersøesgøtu, uppi Meksiko tey rópa. Nýggja hotellið, sum eftir ætlan letur upp næsta ár, fær navnið Hotel Brandan.
Les eisini: Pætur og Rógvi stjórna Hotel Brandan
Pætur Trond Thomsen er stjóri á Hotel Hafnia. Í nevndini fyri Pf. Hotel Hafnia sita Tummas O. Justinussen, formaður, Aimi Justinussen, Jákup Sverri Kass og Rúni Vang Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald