Uttanlands

Gøtuseljari stóð aftanfyri drápið

25 ára gamli gøtuseljarin gav boð um at drepa norðurlendsku kvinnurnar

2018-12-25 09:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein 25 ára gamal gøtuseljari er, sambært løgregluni í Marokko, leiðari av tí yvirgangssellu, sum hildið verður stóð fyri drápinum av donsku Louyisa Vesterager Jespersen og norsku Maren Ueland.

Tær báðar norðurlendsku kvinnurnar vóru dripnar, tá tær svóvu í tjaldi í fjøllunum í Marokko í farnu viku.

Gøtuseljarin, sum løgreglan sigur verða leiðarin, eitur Abdessamad Ejjoud.

Tríggir menn framdu drápið. Allir tríggir hava svorið trúðskap til Islamiska Statin.

Í gjár vórðu fimm menn afturat handtiknir í málinum. Løgreglan í Marokko heldur, at menninir hava lagt ætlan um at drepa ferðafólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder