
Nú er greitt hvørji eru tilnevnd til ársins leiðarar 2020. Synergi, sum skipar fyri Leiðaradegnum á Hotel Føroyum fríggjadagin, hevur undanfarnu árini kosið ársins leiðarar innan tað almenna og innan tað privata.
Tilnevndu leiðararnir innan tað almenna eru Gudmundur Joensen, sum er stjóri á ítróttarháskúanum í Suðuroy, Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.
Innan tað privata eru teir tilnecndu leiðararnir Árni Jakobsen, stjóri á SMJ, Fróði Clementsen, stjóri í Teldutænastuni, og Sunneva Háberg Eysturstein, stjóri í Sirkus.
Leiðaradagurin verður fríggjadagin, og klokkan 16:15 verða ársins leiðarar kosnir. Hetta verður stroymt beinleiðis á Portalinum.
Í fjør gjørdust Árni Ellefsen frá Banknordik og Hedvig Jóhansdóttir frá Dugna, ársins leiðarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald