Í november er ætlanin at veðurlagsráðstevnan COP26 skal haldast í skotska býnum Glasgow, men 18 ára gamla svenska veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg tykist ikki at hava ætlanir um at luttaka.
Tað rætta hevði verið at útsett ráðstevnuna til ein størri partur av heimsins borgarum er vorðin koppsettur fyri koronu, heldur hon.
– Tað skal ganga fyri seg á rættan hátt. Tað hevði sjálvandi verið best at fingið øll koppsett skjotast gjørligt, so øll kunnu luttaka eftir somu fortreytum, sigur hon við BBC.
Síðan hon byrjaði fyrsta veðurlagsverkfallið uttanfyri svenska Riksdagen í Stockholm á sumri í 2018, er hon vorðin heimskend, og veðurlagsverkføllini hava spreitt seg til allan heimin, eisini til Føroya.
Greta Thunberg hevur seinastu árini verið fastur gestur á altjóða veðurlagsráðstevnum kring heimin, og tí verður tað sæð sum ein smeitur fyri bretsku stjórnina, um hon ikki møtir upp til ráðstevnuna í Glasgow.
Tað er ætlanin, at statsleiðarar úr øllum heiminum skulu savnast á hesari ráðstevnuni, sum orsakað av koronu longu er vorðin útsett einaferð. Upprunaliga skuldi hon verða hildin í november 2020.
Seinastu árini hava uml. 20.000 luttakarar verið á COP-ráðstevnunum, og Stórabretland hevði ætlað at havt upp móti 30.000 luttakarar í Glasgow.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald