Uttanlands

Grikkaland: Ókoppsett heilsustarvsfólk sleppa ikki til arbeiðis

Í dag er nýggj lóg komin í gildi í Grikkalandi, sum ger tað til krav, at heilsustarvsfólk skulu vera liðugt koppsett fyri koronu – Tey, ið nokta, verða send heim uttan løn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-01 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú kunnu grikkar, ið starvast innan heilsuøkið, ikki longur gera av sjálvir, hvørt teir vilja koppsetast fyri koronu ella ikki, um teir ætla sær at sleppa til arbeiðis.

Grikska stjórnin hevur nevniliga ásett nýggjar reglur, sum m.a. gera tað til krav, at øll heilsustarvsfólk skulu vera liðugt koppsett fyri koronu.

Hetta kravið varð kunngjørt miðskeiðis í juli mánað, og er tað galdandi frá í dag. Kyriakos Mitsotakis, forsætisráðharri í Grikkalandi, segði tá, at hetta verður gjørt fyri at sleppa undan, at landið aftur noyðist at lata aftur orsakað av "hugburðinum" hjá einkultum persónum.

Kravið um koppseting verður galdandi fyri læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, og starvsfólk á eldraøkinum. Nokta starvsfólk at lata seg koppseta, verða tey send heim uttan løn, inntil tey hava fingið tað avgreitt.

Men fakfeløg hjá starvsfólkunum á heilsuøkinum finnast at nýggju lógini. Millum annað verður víst á, at hon kann elva til starvsfólkatrot á økinum, um øll tey ókoppsetu starvsfólkini ikki sleppa at gera sítt arbeiði.

Griksku myndugleikarnir meta, at uml. 20.000 heilsustarvsfólk framvegis ikki eru koppsett. Hetta svarar til uml. 20 prosent av øllum heilsustarvsfólkum í landinum, skrivar Ritzau.

Sunnudagin, áðrenn kravið varð sett í gildi, vóru túsundatals fólk farin út at mótmæla koronapolitikkin hjá griksku stjórnini. Grikskir miðlar meta, at uml. 3.000 mótmælisfólk møttu upp í Athen, og at fleiri enn 5.000 mótmæltu í havnarbýnum Thessaloniki.

Seinastu vikurnar er talið á smittaðum økt nógv í Grikkalandi. Á Kreta og øðrum grikskum oyggjum, sum eru vælumtókt ferðamál, er útfaringarforboð sett í verk um næturnar millum klokkan eitt og seks fyri at minka um smittuspjaðingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder