2018-08-21 14:24
Fyri løtu síðani komu grindaboð úr Vágum.
- Grindin er um tríggjar fjórðingar út frá landi millum Nípuna og Bøssdalafoss. Sum skilst er talan um tveir bólkar, men enn vita vit ikki hvussu stór grindin er, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Sýslumaðurin sigur at ein grindaformaður er á veg út, og at í hesum líkindunum er mest sannlíkt at hon verður rikin inn á Miðvág ella Sandavág.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald