2018-09-05 13:17
Grind er funnin 3 fjórðingar norður úr Barðinum. Tað váttar grindaformaðurin Jógvan Falkvard.
Ætlanin er at reka grindina á Bø. Bátarnir eru á veg út til grindina, og enn ber ikki til at siga nakað um, hvussu nógvir hval talan er um.
Tað er ein bátur úr Sørvági, sum hevur funnið grindina, sambært Jn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald